Fyrr í kvøld er her á in.fo greitt frá, at takið fór av Spaniastovu, meðan Rani Nolsøe leygarkvøldið helt útgávukonsert.
Nú greiðir Rani Nolsøe sjálvur frá á facebookvanga sínum, hvussu tað gekk fyri seg í Spaniastovu leygarkvøldið 29. februar 2020:
Tað sum hendi til útgávukonsertina í kvøld í Spaniastovu hevur nakar neyvan upplivað fyrr.
Samstundis sum gólvið í Miðstovuni lyfti seg upp og tekjan í norðara enda reyk av, sprongdust tveir glasveggir inn í Spaniastovu.
Tað førdi tíanverri við sær, at nøkur fólk máttu niðan á sjúkrahúsið. Tíbetur kom eingin, tað vit hava frætt, alvorliga til skaða.
Men konsertin mátti brótast av, tá vatn streymaði inn í Spaniastovu.
Vónandi eru øll nú komin væl og heilskapað aftur til hús.
Frá okkum skal tað bara ljóða, at vit fara at gera alt sum vit kunnu fyri at halda konsertina umaftur, tá Spaniastova er umvæld. Vit hoyrast nærri um tað.
Takk fyri í kvøld og alt tað besta framyvir, ynskir Rani Nolsøe.