Sum liður í fyrireikingunum til ferðina runt jørðina, hevur Vædderen verið til ymiskar umvælingar, so hann kann brúkast sum nútímans rannsóknarskip, men hesar umvælingar hava ført aðrar trupulleikar við sær. Vædderen hevur ein trupulleika við skrúvuni og er farin í dokk í Stavanger. Tí er ferðin longu seinkað.
Ætlanin var, at skipið skuldi fara úr Keypmannahavn 11. august og koma til Føroya í dag , men nú liggur tað í Stavanger. Um alt gongur væl, kann skipið fara úr Stavanger fyrrapartin í morgin, men møguliga verður tað ikki fyrr enn í annaðkvøld. Úr Stavanger tekur tað umleið eitt døgn, at sigla til Føroya.
Hetta er triðja ferð av sínum slagi, í 1845-47 var tað skipið Galathea 1, ið var á rannsóknarferð, har flest kanningar vóru gjørdar á landi. Í 1950-52 var Galathea 2 á ferð, og gjørdi djúphavskanningar. Nú er tað Vædderen á Galathea 3 rannsóknarferðini, ið vónar at gera nýggjar vísundaligar uppdagingar.
Ferðin
Úr Føroyum gongur leiðin til Grønlands, har steðgað verður í fýra vikur. Mitt í september verður kósin sett í ein landsynning og til mitt í av oktobur, verður siglt ígjøgnum Miðalhavið, gjøgnum Suezveitina og til Persiska Flógvan. Har kanningar verða gjørdar í tvær vikur.
Síðan gongur leiðin til India og Teilands. Eftir hetta vera granskingarsteðgir gjørdir í Indonesisku havøkjunum, Salomonoyggjunum, Antarktis, havinum út fyri Peru, Ekvador, Galapagos, Kolumbia, tí Karibiska havinum. Á veg aftur ímóti Danmark, verður ein steðgur gjørdur á Azoronum. Eftir ætlan skal rannsóknarskipið vera aftur í Keypmannahavn mitt í apríl 2007.