Vónirnar til, at Føroyar kunnu gera nakrar skreytir í badmintonhøllini á oyggjaleikunum í Gibraltar liva enn við trimum hálvfinaluplássum í einmansleiki.
Rannvá D. Carlsson hevur vunnið seg í hálvfinaluna, har Jessica Li av Oynni Man verður mótstøðukvinnan.
Gunnvá Jacobsen hevur eisini vunnið í hálvfinaluna, har Getter Saar úr Saaremaa verður mótstøðukvinnan, so er at vóna, at vit kunnu fáa eina reina føroyska finalu.
Bartal Poulsen hevur eisini vunnið seg í hálvfinaluna, men hann fær ein krútsterkan mótstøðumann í Mark Constable av Jersey. Mark Constable var í sínari tíð í junior-EM finaluni, har hann vann silvur. Tó er Mark Constable blivin 42 ár.