Rannvá og Arnbjørn fingu nýggjar skógvar

Thomas Dam Ítróttur letur á hvørjum ári toppskjúttunum í bestu kvinnu- og mansdeildunum eina gylta fótbóltsgaggu sum prógv fyri avrikið.

 

Í ár fingu Arnbjørn T. Hansen úr EB/Streymi og Rannvá Andreasen úr KÍ hendan heiður. Tey bæði spæla fyri bæði meistaraliðini.