Rannvá Holm Mortensen sýnir fram í Víngarðinum

Leygardagin 12.juli klokkan 15-17 letur upp framsýning hjá Rannvá Holm Mortensen í Víngarðinum við heitinum Reki. Listaliga virksemið hjá Rannvá Holm Mortensen er fjølbroytt og fevnir um um málningar, grafikk, installatiónir, readymades, relieff og kollasjur av ymiskum slag.

 

Hetta er hennara fyrsta framsýning í Víngarðinum.

 

Kinna Poulsen skrivar millum annað soleiðis á listaportal.com:

 

Seinastu gott og væl tjúgu árini hevur Rannvá Holm Mortensen sjálv og saman við øðrum tikið lut á hópin av listaframsýningum. Umframt at vera myndlistakvinna, arbeiðir hon eisini við tekstum og hevur síðan debutsavnið Sólsmakkur (Sprotin 2018) givið út á bæði føroyskum og enskum. Harvið eru orð týdningarmikil partur av hennara listaliga amboðskassa.

 

Reki er eitt serstakt orð við nógvum møguleikum. Á framsýningini við sama heiti darrar orðið eins og ekkolodd millum hugmynd og tilfar og gerst eitt slag av savnandi myndamáli um framsýningina.

 

Meira um hesa sýnngina sæst her: 

 

REKI — Listaportal