Fyrstu virðislønirnar á stóra fótbóltskvøldinum eru nú handaðar.
Talan var um toppskjúttarnar, sum skuldu fáa gylta skógvin, og sum so er einki loyndarmál í, hvør fær hesar virðislønir.
Hjá monnunum var Klæmint A. Olsen úr NSÍ annað árið á rað besti málskjúttin. Hann skeyt 22 mál, meðan Finnur Justinussen úr Víkingi skeyt 19 mál.
Hjá kvinnunum høvdu Rannvá B. Andreasen og Heidi Sevdal báðar skotið 29 mál. Her bleiv avgerandi, at meðan Rannvá hevði brúkt 1.532 minuttir um síni mál, hevði Heidi Sevdal nýtt 1.787 minuttir um síni mál. Og tí fekk Rannvá heiðurin.