Ránsmaður í Klaksvík hevði ókendan málning

Hvør eigur hendan málningin?


Í samband við at ein útlendingur nú um vikuskiftinum fór inn í eini hús í Klaksvík á náttartíð at ræna, hevur politiið í viðførinum hjá manninum, funnið ein málning.

 

Málningurin er 100 cm breiður og 80 cm høgur. Niðast í høgra hjørnið stendur antin Marna 95 ella Maria 95.

 

- Útlendingurin hevur greitt politinum frá, at hann hevur funnið málningin onkrastaðni í Tórshavn, men hann kundi ikki, ella dugdi ikki, at greiða nærri frá,  hvar hann fann hann.

 

Hann hevði koyrt rammuna burtur og bert tikið málningin, sum hann hevði rullað saman.

 

Politiið veit ikki hvør eigur málningin, so nú leita tey eftir eigaanum og frættir fegin frá fólki, sum kennast við hann.