Rappari deyðadømdur í Iran

- Tú hevur við eina mafiu at gera, sum er til reiðar at drepa fyri at varðveita sína makt, hevur Toomaj Salehi sagt.

Ein iranskur dómstólur hevur dømt rapparan, Toomaj Salehi, til deyða. Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga.

 

Toomaj Salehi varð fongslaður í samband við mótmælistiltøk móti stjórnini í Iran á heysti í 2022.

 

Maðurin hevur funnist at stjórnini í Iran og hevur víst mótmælisfólki sín stuðul mót prestastýrinum í landinum.

 

- Tú hevur við eina mafiu at gera, sum er til reiðar at drepa fyri at varðveita sína makt, hevur Toomaj Salehi sagt.