Rás2 sigur frá báðum Neistin-VÍF dystunum

Byrjað verður at senda klokkan 14.25 sunnudagin

Stórur hondbóltsdagur verður á Rás2 í dag. Klokkan 14.30 sigur Tróndur Arge frá dystinum millum Neistan og VÍF í hvonndeildini, og klokkan 16 sigur Tróndur frá dystinum millum Neistan og VÍF í FTZ deildini. Sendingin byrjar klokkan 14.25.

 

Neistakvinnur liggja væl fyri at koma í FM finalurnar. Tær eru á odda við 24 stigum, kyndilskvinnur hava 20 stig, meðan VÍF hevur 17 stig. Fyri VÍF hevur tað ein stóran týdning at kunna hála inn á kyndilskvinnur á stigatalvuni.

 

Neistamenn liggja 10 stig aftanfyri VÍF, sum er á øðrum plássi. VÌF stríðist fyri at halda eina frástøðu til Kyndil, sum er á triðja plássi. VÍF hevur 23 stig, Kyndil hevur 21 stig, KÍF hevur 19 stig, StÍF hevur 18 stig, Neistin hevur 13 stig, og aftast er Team Klaksvík við ongum stigi. 

 

Tað ber til at lurta á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.