Rás2 ger nógv burturúr fótbóltinum í kvøld. Tróndur Arge sigur frá dystinum millum KÌ og NSÍ, sum byrjar klokkan 18.30.
Sendingin byrjar klokkan 18.05, har Neli Heldarskarð fer at práta við Dánjal á Lakjuni (ÍF) og Jón Krosslá Poulsen (FC Suðuroy) um 3-3 javnleikin millum liðini ígjár. Fyrst í sendingini hoyra vit André Olsen meta um teir fýra dystirnar, sum vera í kvøld og í morgin.
Sigurdjón Jónsson verður heimildarmaður til dystin AB-B36, og Rúni Klein Joensen verður heimildarmaður til dystin Víkingur-HB. Hesir báðir dystirnir byrja klokkan 19. Aftaná fer Neli Heldarskarð at práta við umboð fyri AB, B36, Víking og HB.
Besta smsið, sum kemur inn á 559999 vinnur tvey atgongumerki til finaluna um løgmanssteypið millum NSÍ og Vìking, sum verður á Tórsvølli, leygardagin 29. august.