Rasmus hevur nú 53 ár á baki – og hann er eftir øllum at døma líka væl umtóktur í dag, sum hann var í 1956, tá Simme skrivaði orð og lag til populera sangin.
trý ár seinni, í 1959, gjørdist Simme Jacobsen so partur av einum norðurlendskum ferðalagi, sum fór til Íslands við Dronning Alexandrine at undirhalda íslendingum.
- Tað var ein ella onnur loga, sum skipaði fyri ferðini, eg minnist ikki heilt hvør. Men saman við mær úr Føroyum vóru Connie, Nikolina og Jórun Dam Jacobsen, sigur Simme Jacobsen.
Hørður Mortens var stóra stjørnan tá, og hartil komu fólk úr Danmark og Noregi. Og ein slangugenta úr Finnlandi, minnist Simme.
Orsøkin til, at júst tey úr Føroyum vórðu boðin við heldur Simme vera, at tey júst høvdu givið eina plátu út, nevniliga Rasmus.
- Vit ferðaðust í eina viku fleiri staðir runt og framførdu, og høvuðskonsertin var í Eysturbýar Bio, har pláss var fyri 2000 sitandi áhoyrarum, sigur Simme Jacobsen.
Hann sigur, at teirra framførsla var sera væl umtókt, og var endurgivin í øllum íslendsku bløðunum.
Rasmus var stóra hittið tá, eisini millum íslendingar, og tað skuldi vísa seg, at sangurin tann dag í dag er líka populerur í Íslandi.
Við av tilvild
Nú, 50 ár seinni, hevur Simme Jacobsen so aftur verið uppi í Íslandi og framført, og hóast komin væl til árs – 77 – so sigur hann seg ongar trupulleikar hava av at standa á palli í tímar og spæla og syngja.
Tað var annars nakað av einari tilvild, at hann var við á ferðini til Íslands.
- Eg var inni í Tutl-handlinum og prátaði við Kristian Blak. Tá hann nevndi hesa ferðina til Íslands segði eg honum, at tað í ár júst eru liðin 50 ár síðani eg var fyrstu ferð uppi í Íslandi og spældi. So hann spurdi um tað ikki var eitt hugskot, at eg kom við, og tað takkaði eg ja til, sigur Simme Jacobsen.
Við á ferðini var eisini Kolbein Simonsen, ið jú sum kunnugt er garvaður bassleikari, og spældi saman við Simma á framførslunum. Eisini Kim Hansen og Jens Marni Hansen spældu saman við Simma, so Rasmus, Eitt sunnukvøld í plantasjuni og Sára rungaðu so lystiliga ferð eftir ferð á túrinum.
- Eg má siga, at Rasmus er líka populerur en sum fyrr í Íslandi. Eg má viðganga, at eg var eitt sindur bangin fyri, at tað fór at verða ein fiasko, men tað vóru sera dugnaligir tónleikarar við, so tað vísti seg at gerast eitt fantastiskt upplivilsi, sigur Simme Jacobsen.
Umaftur
Simme Jacobsen og hansara menn spældu rættiliga nógv, ja, hvørt kvøld alt vikuskiftið.
Sunnukvøldið var ein hugnaløta við báli uttan fyri Draugasentrið, og har var riggað til at spæla, so meðan bálið glampaði so lystiliga, rungaði Rasmus enn einaferð um allar geilar.
- Hetta hevur verið ein stak góður túrur. Eg havi spælt rættiliga nógv, men tað hevur ikki bilað, eg havi orkað væl. Og tá tú hevur fólk uttan um teg, sum duga síni ting, gongur alt so lætt, sigur Simme Jacobsen.
Tað liggur longu nú í kortunum, at hetta tiltakið verður endurtikið komandi ár, og sambært tónleikaveteraninum er tað als ikki óhugsandi, at hann verður við, verður hann boðin.
- Hetta er nakað, eg kundi hugsa mær at gjørt umaftur, sigur Simme Jacobsen um íslandstúrin farna vikuskifti.