Nú verður aftur høvi at hoyra tónleikaverkið Ravnating, sum annars hevur 25 ár á baki Ravnating og Spælimenn í Tórskjallaranum
Nú eru heili 25 ár síðani, at Kristian Blak framførdi verkið Ravnating, men nú verður aftur høvi at hoyra verkið.
Tað verður í annaðkvøld, sunnukvøldið klokkan 20, at tónaskaldið sessast við klaverið í Tórskjallaranum í Sverrisgøtu 22 og framførir verkið saman við Bárði Reinert Poulsen á bassinum.
Samstundist verður filmur við mongum myndum úr føroysku náttúrini vístur, tað eru myndir, sum Lýsa Ravnatingið.
Tá ið verkið er liðugt klokkan 21.00 fara Spælimenninir, sum eru Sharon, Ívar, Daniel og Kristian at spæla í ein tíma afturat, so at alt tiltakið endar klokkan 22.