Real Madrid er ein lítil favorittur (Rás2)

(Rás2) Hoyr partin av fótbóltspanelinum á Rás2 har Premier League og Champions League var til umrøðu

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fyrra partin av fótbóltspanelinum í sendingini, SportBoxin á Rás2 har Premier League og Champions League var til umrøðu.

Tróndur Arge og Oddbjørn Joensen mannaðu fótbóltspanelið á Rás2 í dag.

Manchester City og Burnley eru mest jaligu innsløgini í Premier League í ár. Arsenal er stóra vónbrótið, og undirhaldsliga er Manchester United eitt stórt vónbrot.

Tað verður væntandi ein minni taktisk Champions League finala millum Liverpool og Real Madrid í Kiev, leygarkvøldið 26. mai. Men við væl fleiri royndum at spæla slíkar dystir er Real Madrid ein lítil favorittur til at vinna finaluna.