Real Madrid fekk í gjár fýra útvísingar í dystinum móti Villareal í sponsku landskappingini. José Mourinho og hjálparvenjarin, Rui Faria, blivu saman við Sergio Ramos og Mesut Ozil útvístir. Sergio Ramos er nú tann Real Madrid leikarin, ið hevur fingið flest útvísingar nakrantíð.
Real Madrid hevur leingi havt eina greiða leiðslu í La Liga, men við tveimum javnleikum í tveimum teimum seinastu dystinum er munurin niður til Barcelona á øðrum plássi minkaður til seks stig.
Um vikuskiftið javnaði Malaga við frísparki í evstu løtu á Santiago Bernabeu leikvøllinum í Madrid. Í gjár var støðan áleið tann sama. Cristiano Ronaldo legði Real Madrid á eitt korter inn í seinna hálvleik, tá Mesut Ozil og hann hegnisliga spældu seg í gjøgnum Villareal verjuna.
Sjey minuttir fyri tíð javnaði Marcos Senna fyri Villareal upp á beinleiðis fríspark. Síðani misti Real Madrid tamarhaldið á dystinum. Fyrst varð venjarin, José Mourinho, biðin um at fara frá bokinum. Hann noktaði, men tá hann so fór, so fekk hjálparvenjarin, Rui Faria, boð um at fara sama veg.
Dysturin var ikki meir enn tikin upp aftur, tá Sergio Ramos gjørdi eitt fríspark og fekk sítt seinna gula kort. 25-ára gamli verjuleikarin er nú útvístur ellivu ferð sum Real Madrid leikari og tað er met. Gamla metið hevði verjukempan, Fernando Hierro, sum millum annað í seinnu hálvu av 90inum var í Føroyum við spanska landslinum, tá teir vunnu 6-2 á Svangaskarði.
Í somu løtu fekk Mesut Ozil eisini beinleiðis reytt kort, helst fyri at brúka seg. Dysturin endaði við 1-1 javnleiki, men fleiri spanskir miðlar vilja verða við, at Real Madrid verjuleikarin, Pepe, eisini fekk reytt kort aftaná dystin fyri at siga eitt hvørt við dómaran. Tað er eitt sindur ógreitt akkurát hvat er farið fram, men onkrir miðlar siga at talan er um beinleiðis reytt kort, meðan aðrir siga at hendingin er viðmerkt í dómarafrágreiðingini og tí kann Pepe fáa eina revsing.
Sum um tað ikki var nokk, so var Villareal venjarin vístur av vøllinum í fyrra hálvleiki, meðan tað er ógreitt um Marco Ruben fekk tvey gul kort í dystinum, uttan at blíva útvístur.
Í fyrra hálvleiki kundi sæð út til, at Marco Ruben fær gult kort. Í seinna hálvleiki fær sami Marco Ruben gult kort, men dómarin gevur honum ikki tað reyða eftirfylgjandi. Almenna orsøkin er, at tað fyrra gula kortið var til Marcos Senna
Gulu kortini kunnu síggjast HER