Vikuskiftið 2. og 3. mars skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Endamálið við ráðstevnuni er at geva teimum, ið fáast við barna- og ungdómsvenjingar úti í feløgunum, íblástur og høvið at hittast og práta um fótbólt.
Tveir útlendingar skulu hava fyrilestrar á ráðstevnuni, Frank Ludolph, sum er útbúgvingarstjóri hjá UEFA, og Jesus Gutierrez, ella Guti, sum hann eisini verður nevndur.
Guti, ið hevur drúgvar royndir við fleiri av ungdómsliðunum hjá Real Madrid, og sum eisini hevur vant vanksnamannalið í Spania, kemur at luttaka við framløgum og praktiskum venjingum á Tórsvølli. Harafturat hevur Guti sína egnu fyritøku, har hann fæst við at undirvísa í fótbóltsvenjing, við serligum atliti til undirvísingarhættir hjá venjarum.
- Vit eru sjálvandi sera fegin um at hava fingið í lag avtalu við Guti, at hann kemur hendanvegn. Hann hevur vitjað í Føroyum áður, og hann gleðir seg at koma aftur, serliga til eitt slíkt tiltak, har tað vónandi verða nógvir venjarar ymsastaðni frá úr landinum.
- Guti er góður undirvísari, sera dugnaligur venjari og dugur væl enskt. So eg vænti heilt avgjørt, at her er nógvur íblástur at heinta hjá okkara venjarum, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.
Umframt at arbeiða sum venjari, hevur Guti eisini skrivað eina bók um spanska mátan at venja og spæla possisionsfótbólt, og fyribils er bókin umsett til bæði enskt og danskt.
Jesus Gutierrez er annars ikki einasti spanski fótbóltsvenjarin, sum vitjar Føroyar, tí næsta sunnudag, 25. februar, kemur Carlos Garcia Cuesta til Føroya at halda fyrilestur. Hann er venjari hjá hinum stóra liðnum úr Madrid, Atletico.