Real vann umstrídda steypið í Saudiarabia

Super Copa: Real Madrid vann umstríddu stórsteypakappingina hjá spanska fótbóltssambandinum

Real Madrid hevur vunnið sponsku stórsteypakappingina, sum bleiv spæld í Saudiarabia. Real Madrid vann í gjár finaluna 2-0 móti Athletic Bilbao. Stutt fyri hálvleik legði Luka Modric Real Madrid á odda. Tá Karim Benzema umsetti úr ellivu metrum bara sjey minuttir inn í seinna hálvleik, tóktist spenningurin fara úr finaluni.

 

Baskararnir úr Bilbao fingu tó ein møguleika, at fáa spenning í dystin, tá Eder Militao fekk reytt kort, fyri at brúka hondina í brotsteiginum. Brotsspark? Ja, men heldur ivasamt við reyða kortinum.

 

Raul Garcia tók sær av brotssparkinum, men Thibaut Courtois bjargaði meistarliga í málinum. Real Madrid stendur nú við umstrídda stórsteypinum í hondini.

 

Tað hevur vakt ans, at stórsteypadysturin er vorin til ein mini-kapping, sum skal avgreiðast í Saudiarabia í januar – mitt í kappingarárinum.