Iker Casillas var útvístur longu eftir 1 minutt og 22 sekundum, men Real Madrid megnaði alíkavæl at vinna í Barcelona. Dysturin á nýggja heimavøllinum hjá Espanyol, Estadi Cornellá-El Prat, var minni enn 90 sekundir gamal, tá Real Madrid málverjin, Iker Casillias, feldi púra leysan Espanyol framherja. Dómarin var ikki í iva og vísti Real Madrid liðskiparinum av vøllinum.
Fyri uttan eina lítla løtu eftir útvísingina, hevði Real Madrid tamarhald á dystinum og Espanyol kom til fáar mál møguleikar. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki spældi Cristiano Ronaldo brasilska Marcelo leysan í brotsteiginum. Úr spískum í vinstru megnaði Marcelo at smekka bóltin í kassan.
Í seinna hálvleiki megnaði Espanyol einki at skapa og Real Madrid vann dystin uppiborið. Manchester City leigusveinurin, Emmanuel Adebayor, hevði upp til tríggjar møguleikar at økja. Dysturin endaði við 1-0 sigri til Real Madrid,
Real Madrid hevur nú hálað tvey stig inn á Barcelona hetta vikuskiftið. Barcelona hevur 62 stig á fyrsta plássi, meðan Real Madrid liggur nummar tvey við 57 stigum í La Liga.