Tá David Coulthard skrivaði sáttmála við Red Bull Racing í fjør, var hetta ein eitt ára sáttmáli. Ætlanin var, at David Coulthard skuldi verða tann royndi koyrarin, sum legði lag á hjá ungu koyrarunum Christian Klien og Vitantonio Liuzzi, sum í 2006 skuldu koyra báðar Red Bull bilarnar. Men árið hjá David Coulthard hevur verið so framúr, at liðið hevur avgjørt at leingja sáttmálan. Bæði lið og koyrari siga seg vera sera glað fyri nýggja sáttmálan
David Coulthard hevur í ár fingið 17 stig fyri Red Bull Racing, og liggur á einum samlaðum 10. plássi í kappingini um heimsmeistaraheitið.