Regin Dahl

Hann er har sum sólin brandar, men hann er eisini har, tá ið tað brýtur á lágni, tá ið himmal

og hav standa í einum

Ein gregoriansk, gotisk fløga er greidd úr hondum. Ein gongustjørna úr meldrinum av fløgutón-leiki. Góðaráð bleiktrar á tónahiminum og leiftrar við einum fornum boðskapi, ið nertur við eina trá, sum vit kenna úr instu sál okkara.

Tú ert undir teimum gomlu bitunum. Maðurin letur notur og kvistar dansa fyri tær í einum gotiskum búna, sum rættir sínar hendur móti teimum ævigu hæddunum, hóast tú ert undir lágari lon. Tann einkli stílurin sveimar ímillum súlur og sperrur í lívrunnum ljósi ovast uppi í tí gotiska kirkjurúminum. Dustið av heimsins halkoytum ger ljósið livandi ímillum rivjabeinasperrurnar. Sangurin flakkar í tí stóra kirkjurúminum og dustið darrar av skjaldramynstri í løgum Regin Dahls. Ikki er maðurin spiltur í løgum sínum av sniði, sum fjarar og fløðir í nýmótans búna á tónahiminum. Nei, hann er ein gongustjørna, sum er til skjals her og nú. Hann hevur livandi ljós við sær, ein skyggjandi, eldgamlan brand úr teimum ytstu rúmdum, har Várharra við síni øgiligu rødd hevur skapað gamalt grót. Hetta er bert eitt fjallamál av teimum minstu steinpirrunum úr hansara hond, sum eisini finnast her á jørð og í løgum Regin Dahls.

Tú mást vera einsamallur við tónleiki hansara. Tú mást lata frið koma yvir teg og lurta eftir honum við myndum frá tí farna. Drátt á Kamarshellu, sjarrandi ljóði av flóðini summarkvøld eftir heitan dag, har feitur sjógvur ballar uppturkað gjar av dagsins sólargeislum við sjóvarrond við mildum ljóði, sum øll elska, sum tú altíð vendir aftur til og sær taran við vørrum sínum syngja stum forn løg. Í hesum ljóði er Regin Dahl. Hann er har sum sólin brandar, men hann er eisini har, tá ið tað brýtur á lágni, tá ið himmal og hav standa í einum.

Hesin gregorianski, gotiski listamaðurin eigur ljóð av bylgjum, sum koma úr havi uttast við og leggja seg til hvíldar í tónum, orðum, fraseringum og myndum innast við fjøruklett. Tú eigur hetta. Hetta er títt. Eitt dism av gregorianskum- kanska ikki so lítið er í hesum. Tú hoyrir sálm Magnussar (Magnus hymnan) fyri tær. Hann er jú hiðani frá norðurlendskum jørðildi, millum Orknoyoyggjarnar, Hetland, Ísland, Føroyar og Vesturnoregi, og er ímillum elstu rit um fleirirøddaðan sang ( niðurskrivað ár 1280 og er frá uml. 1140). Tú hoyrir íslandskan tvísong fyri tær, tú hoyrir kvæðini fyri tær, kingosangin og skjaldrini. Tú hómar fólk, sum hava sitið millum fjalla og sungið undir síni egnu lon og droymt um betri sømdir her á Guðs grønu jørð, men fingu bert ein tungan kross at bera í sakni og súti, í longsli og tráan. Teimum longdist eftir ljósi og teimum ævigu hæddunum.

Tað var bert Várharra, sum kundi geva teimum hetta, og tí var innarligi sangur teirra tóni av tí insta í menskjasálini, og tað er tað gregorianska eisini. Tað fylgir hjartatrytmuni. Nærri kanst tú ikki koma. Har er Regin Dahl.