Regin Guttesen hjálpir neyðstøddum í Italia við nýggjum sangi

Korana farsóttin hevur herjað herviliga í Italia, ið hevur verið eitt tað harðast rakta landið í heiminum, og fylgjurnar merkjast enn allastaðni í landinum.

Eisini í økinum, har trúboðaraparið Regin Guttesen og Heidi hava fest røtur og virka dagliga. Hetta økið er eitt tað fátækasta í Italia, og hundraðtals familjur eru komnar í svára neyð í kjalarvørrinum av korona kreppuni.

##med2##

Tí hava tey bæði Regin og Heidi, saman við lokalum fólki, byrjað neyðhjálparátakið Umano, ið er ætlað at veita linna og hjálp hjá teimum harðast raktu familjunum í umráðnum.

Ein heimasíða er stovnað og til ber at fara inn á u-mano.it og fáa meira kunning um, hvussu tú kanst stuðla, um møguleikin og hugurin er til tað. Øll hjálp fer óskerd til familjurnar.

Nýggjur sangur

Í samband við átakið, hevur Regin somuleiðis brúkt sínar tónlistarligu gávur og hevur innspælt ein sang saman við ymsum vinfólkum. Umframt Regin (solosang, klaver, bakrøddir og synth) luttaka eisini italsku vinirnir Dario De Marco (solosang og bakrøddir), Antonella Del Sordo (solosang). Harumframt luttaka Malin Zachariassen (bakrøddir), Hans Poulsen (orgul) og Jan Zachariassen (bass), ið øll hava gjørt vart við seg á føroyska tónleikapallinum millum ár og dag.

Regin hevur framleitt sangin, og Óli Poulsen hevur mixað.

“Gev mær Jesus” – ella “Give Me Jesus” – er ein gamal negro spiritual sangur, sum Jógvan Zachariassen og Regin hava umsett til føroyskt. Lagið verður sostatt sungið á trimum málum, føroyskum, italskum og enskum.