Regin Vágadal kappast um norðurlanda meistaraheitið

Enn hevur Føroya sterkasti maður ikki tikið støðu til, um hann verður við í kappingini um heimsins sterkasta mann í heyst.

Um vikuskiftið fer Føroya sterkasti maður, Regin Vágadal, at kappast um norðurlendska meistaraheitið.

Regin hevur, vegna skaða í rygginum, bert luttikið í einari kapping í ár, men kortini kennir hann seg væl fyri.

- Eg eri 10 kilo lættari, enn eg plagi, og skjótleikin og kondtiónin eru betraði munandi, so eg skuldi verið væl fyri, sigur Regin Vágadal, sum fer av landinum í dag.

Sterk kapping
Hóast talan bert er um norðurlandameistaraheitið, so kappingin sera sterk. Heimsmeistararnir seinastu trý árini, koma allir úr Norðurlondum, og teir tríggjir Magnus Samuelson, Jannie Virtanen og Svend Karlsen hava allir boða frá luttøku.

Umframt Regin, Magnus, Jannie og Svend, so eru seks luttakarar afturat, so luttakaratalið er 10 til kappingina.

Hetta verður fyrstu ferð, Regin Vágadal kappast um norðurlandameistarheitið, og spurdur um hvørjar vónir, hann hevði undan kappingini, sigur Regin, at tað er ilt at siga frammanundan, men greinirnar í kappingini hóska væl til sín, og tí vónar hann at fáa eitt gott úrslit.

Regin hevur onki hjálparfólk við sær á túrinum, og fer tí einsamallur avstað. Regin vísur á, at hann ikki fíggjarliga orku til at hava hjálparfólk við sær, og tað er stak óheppið. Hann er tó fegin um tann stuðul, hann fær, tí annars hevði ikki verið møguligt at farið til kappingina.

Stuðlar hjá Regini eru, Føroya Tele, Vestlaks, Atlantic Airways, Ísbjørnin og JFK Kjølbro.

Møguliga til Malaysia í septembur
Regin Vágadal hevur ikki enn tikið støðu, um hann verður við í kappingini um heimsins sterkasta mann í Malaysia í septembur. Sjálvur sigur Regin, at alt valdast, hvussu tað fer at ganga um vikuskiftið.

Regin hevur eisini eina innbjóðing til eina kapping í Peking í oktober, og har hevur hann heldur ikki tikið støðu til, um hann verður við.