Regin Vágadal gjørdi um seg í Skotlandi

Sterkir menn: Regin Vágadal var nummar 2 í kapping í Skotlandi um vikuskiftið

Regin Vágadal, Føroya sterkasti maður og ein av teimum sterkastu í heiminum, var leygardagin til eina kapping í Skotlandi. Kappingin sum var í Glasgow, kallaðist British Muscle Power Championship.

Tað gekst Regini væl í hesi kapping, og hann endaði sum nummar 2. Hann kundi saktans havt vunnið, men kiksaði eitt av øvilsunum, sum hann ongantíð áður hevur roynt.

Tvey øvilsi, sum Regin ongantíð áður hevur roynt, vóru í kappingini, og annað gekk sera væl. Tað var at halda afturpartinum av einum Ford-bili uppi frá so leingi sum gjørligt, og í hesum var Regin nógv bestur.

Regin vann eisini eitt annað øvilsi, og hann var tann einasti, sum vann tvey øvilsi í kappingini.

­ Tað vóru bara fimm øvilsi í hesi kappingini, og mær hevði dámt betri um tey vóru fleiri, sigur Regin Vágadal við Ítróttarsosialin.

Vanliga eru 8 ella 10 øvilsi í slíkum kappingum.

12. og 13. juli skal Regin Vágadal vera við í stórari kapping í Hollandi, sum nevnist The Ultimate Test of Strenght, og har vera fýra mans, sum áður hava vunnið kappingina um Heimsins sterkasta mann, við.

­ Eg eri ikki í toppformi nú, men tað ætli eg mær at vera, tá eg fari til kappingin í Hollandi, sigur Regin Vágadal.

Stóra ítróttarrásin Eurosport hevur keypt rættindini til at taka upp og senda kappingina í Hollandi.

Regin skal til nógvar kappingar í juli mánaði og fyrst í august, og ein av teimum er kappingin um Føroya sterkasta mann, sum verður á Ólavsøku, sum vanligt er.

ek