Regin var væl nøgdur

Føroyski risin, Regin Vágadal, var stak væl nøgdur við at gerast nummar tvey í kappingini um at gerast The Atlantic Giant 1999

Tað sást á øllum brøgdum, at Regin Vágadal var stak væl nøgdur við úrslitið av kappingini. Lagið var gott, tá Sosialurin hitti hann, meðan hann stóð og skrivaði autografar til tey mongu børnini.


Marginalarnir eru avgerandi

Sjálvt um Regin var væl nøgdur um úrslitið, so var hann eitt sindur harmur um, at hann ikki hevði havt marginalarnar við sær. Til dømis hevði hann vunnið millwalk, um hann hevði tikið eitt fet afrat, og í kappingini við at ganga við eini 220 kilo tungari vekt millum beinini leygardagin, misti hann takið eina løtu, og hetta gjørdi, at hann ikki vann hesa kappingargrein.

Regin ásannar tó, at hann ikki hevði megnað at koppa Ahola, tí tað var eisini onkur kapping, har marginalarnir vóru við Regini.

Tá ið rættstøðulyft var á skránni leygardagin, vildi Regin ikki leggja ov nógv fyri, tí hann enn er eitt sindur eymur um ryggskaðan, sum hann hevur havt. Hetta sigur Regin seg tó ikki angra, tí hann heldur, at hevði hann lagt nógv fyri, so hevði hann ikki verið so væl fyri sunnudagin.

Undan seinastu kappingargreinini, har Regin og Ahola dystaðust í Wheel Flip, hevði Regin gjørt av, at hann heldur vildi verja annaðplássið enn fara eftir oddasessinum, tí hann var sannførdur um, at hann fór ikki at megna at gera nakað við Ahola í hesi grein, og so var eisini.


Lýsarar hava alt at siga

Regin Vágadal sigur, at tað er einki at ivast í, at tað var rætt at leggja kappingina yvir tveir dagar, tí í fjør tók kappingin alt ov drúgva tíð upp á ein dag.

Um kappingin verður aftur komandi ár, er ikki endaliga avgjørt enn, sigur Regin, tí tað er altavgerandi, at nóg mikið av lýsarum vera útvegaðir. Føroyski risin sigur tó, at tað var lættari at fáa lýsarar í ár, og tað var enntá onkur, sum beinleiðis ringdi til hansara og vildi fegin sleppa at lýsa.

Somuleiðis ganga allar persónligur lýsingaravtalurnar, sum Regin Vágadal hevur, út í ár, so hann sigur, at tað er av stórum týdningi, at hann hevur nøkur góð úrslit at vísa á í ár, so hann kann fáa nakrar góðar avtalur, sum geva honum eitt sindur meiri av peningi, sigur Regin Vágadal við einum brosi.

Lítið man tó vera at ivast í, at kappingin um The Atlantic Giant verður aftur komandi ár, og Regin Vágadal sigur, at um so er, so er einki at ivast í, at nógvir av luttakarunum frá í ár venda aftur hagar.