Regn komandi dagarnar

Ein hátrýstsryggur fer fram við Føroyum av vestri í dag. Í morgin fer eitt veikt brúgvalag framvið við regni, og leygarkvøldið trokar meiri turr og klár luft inn av landsynningi.

Í dag verður skýggjað, men yvirhøvur turt. Lot til gul av ymsum ættum, 3 til 6 m/s av ymsum ættum, men út á dagin frískar hann í andøvsgul, 8 m/s av suðri. Hitin millum 8 og 10 stig. Í nátt øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s av suðri. Lutvíst klárt og hitin millum 6 og 10 stig.

Í morgin er andøvsgul upp í stívt andøvsgul av suðri, 7 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s, men um náttina makar hann vindin nakað. Fyri tað mesta skýggjað og seinnapartin regn av vestri. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 6 og 10 stig.

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn av og á. Hitin um 10 stig.

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og regn av og á, seinni turt og tað klárar í. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 5 og 10 stig.

Sunnudagin og mánadagin verður lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina millum 3 og 8 stig.