Rehabiliteringslóg og rehabiliteringsdepil má fremjast

Vit í Føroyum hava stóran tørv á einari vælvirkandi rehabiliteringsskipan til  endurvenjing og endurmenning - í løtuni er ongin samanhangandi skipan, sum kann tryggja eina heildartænastu til tey, sum verða rakt av álvarsligari sjúku og fáa langtíðarárin at dragast við. Ikki minst tey avvarðandi verða alt ov ofta slept upp á fjall og standa ofta eftir við trupulleikum av øllum møguligum slag, tí neyðugu tilboðini mangla.

 

 

 

Vit settu okkum sum mál at fremja stór ting innan bæði viðgerðartrygdina og rehabiliteringsøkið, og hóast nógv munagott er gjørt, bíðilistar styttir og fleiri pengar settir av til rehabilitering, so eru vit langt frá komin á mál innan hesi so sera viðkomandi øki - fyri okkum sum menniskju og familjur, sum verða raktar.

 

 

 

At fólk, sum fáa heilabløðingar, blóðtøppar í heilan og skaðar av ymsum slag, har má tað verða okkara fremsta uppgáva sum heilsuverk og almannaverk at gera lívi og dagligdagin so góðan og vælfungerandi sum yvirhøvur til ber. Hetta er gott fyri allar partar upp á longri sikt.

 

 

 

Tí skulu bæði hesi málini, ein rehabiliteringslóg og ein rehabiliteringsdepil, setast á politisku skránna við hægstu raðfesting til eitt komandi samgonguskeið.

 

 

 

Tað eru nógv støð í landinum, har ein rehabiliteringdepil kann staðsetast - talan skal bara ikki verða um eina lappaloysn við innihaldi, bygningum, útgerð o.a.

 

 

 

Vit hava ikki náa at framt alt vit ætlaðu, men vit vilja sleppa at fullføra arbeiðið og heita á teg um at vísa okkum álit tann 8. desember.

 

 

 

Vel tí Sambandsflokkin - vel ítøkiligan politikk.

 

 

 

X við Johan Dahl

 

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið