Eftir at ummælarar umrøddu bókina »Hevnd« hjá Petur Mohr Reinert og komu til, at slík happing, sum skaldsøgan hjá honum umrøður, ikki er til longur, talar rithøvundurin nú at.
Petur Mohr Reinert er aktuellur við skaldsøguni »Hevnd«, har hann viðger happing umborð á skipum.
Í tíðargrein í Sosialinum hesaferð hevur høvundurin viðmerkingar til tað, sum kom fram í mentanarsendingini Vágskálin í Kringvarpinum, har bókin varð umrødd.
Har søgdu ummælarar, at handlingin umborð við ógvusligari happing ikki var til longur, men heldur var veruleiki fyri einum 40 árum síðan.
– Eg havi síðani tá fingið eina øgiliga rúgvu av viðmerkingum. Við telduposti, á messenger, og fólk hava ringt til mín eisini, sigur Petur Mohr Reinert.
– Og eitt eru øll samd um, happing fyrigongur enn umborð á nógvum skipum. Eisini á skúlum og arbeiðsplássum.
– Sjálvur havi eg sæð telduboð, sum næmingar hava víst mær, og tey vóru ikki fyri børn, sigur Petur Mohr Reinert, sum vísir á, at tey byrja at happa tíðliga í skúlanum.
Petur Mohr Reinert sigur, at sjálvandi eru tað skiparar sum als ikki loyva sovorðnum umborð hjá sær.
– Eg kenni fleiri, og havi fingið at vita frá fólki sum sigla við ávísum skipum, at har hendir slett onki tílíkt umborð.
– Men eg veit eisini frá vinmonnum sum sigla, at teir hava upplivað, at skiparin sjálvur var høvuðshapparin, sigur Petur Mohr Reinert og heldur fram:
– Ein sum hevði siglt alt lívið helt seg hava skotið pappageykin, tá hann slapp við einum skipi, sum fiskaði óvanliga væl. So hann hevði vónað at kunna vinna nakað niðurundir seg, so hann kundi leggjast uppi áðrenn tíð.
– Men ágangurin frá skiparanum var so ógvusligur, at hann var bara tann eina túrin við hesum skipinum. Men hann fortaldi mær, at tað vóru fleiri sum hingu uppi í hesum bartrognum og runnu ørindi fyri hann.
– Hetta var ein sum ringdi til mín aftaná at hava lisið bókina, skrivar Petur Mohr Reinert millum annað í tíðargreinin sum kann lesast á síðu 32 og 33 inni í blaðnum í dag.
Tíðargreinin hjá Petur Mohr Reinert kann lesast í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.










