Skamlop festi í ventilatión

Í gjár klokkan 8.30 varð boðað frá eldi í einum húsum í C. Pløjensgøtu í Havn.

(savnsmynd)

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at tað vísti seg at vera eldur í eini ventilatiónsskipan frá einum wc í húsinum.

Talan var helst um skamlop, og skaðin var avmarkaður, tí eldurin var í sjálvari ventilatiónsskipanini.

Seinnapartin í gjár vóru boð eftir løgregluni til húsaófrið. Hildið varð, at fólk vóru farin til hendurs. Men tað vísti seg tó ikki at hava so nógv upp á seg, og málið varð loyst við at tosa við fólkini, sigur vaktleiðarin.

 

 

(savnsmynd)