- Vága kommuna og sløkkiliðið heita á allar borgarar um at fyrireika seg væl til vánaliga veðrið, sum er í væntu seint í dag og í kvøld.
Soleiðis siga tey í Vága kommunu nú fyrrapartin.
- Veðurstovan boðar frá, at vindurin fer at veksa út á seinnapartin, og tað verður hvassur vindur, og seint í kvøld verður helst skrið ella stormur við nógvum regni.
Víst verður á, at í slíkum veðri kann alt, sum liggur leyst, fara á flog og elva til skaða, bæði á fólk og ognir.
- Tí verður heitt á øll um at hyggja væl uttan um húsini, rudda burtur alt, sum kann fúka og binda ella surra alt, sum liggur leyst, siga tey í Vága kommunu í morgun.











