Tá Smyril var til 20 ára dokking í heyst vóru samstundis tvær nýggjar síðuskrúvur settar í skipið. Tað eru hesar, sum nú volda trupulleikar. Niðanfyri eru fleiri myndir av Smyrli, tá hann var í 20 ára klassingar á Fayard skipasmiðjuni í Danmark

Smyril hevur trup­ul­leik­ar við nýggju síðu­skrúv­u­num

– Avbjóðingin er, at hesar síðuskrúvurnar aktivera brandalarmin umborð, soleiðis at brandalarmurin fer í gongd, tá ið hann ikki eigur

Tá Smyril var til 20 ára dokking í heyst vóru samstundis tvær nýggjar síðuskrúvur settar í skipið. Tað eru hesar, sum nú volda trupulleikar. Niðanfyri eru fleiri myndir av Smyrli, tá hann var í 20 ára klassingar á Fayard skipasmiðjuni í Danmark

Tað sigur virkandi stjórin á Strandferðsluni, Dánjal Samuelsen, við Frihedsbrevet, sum skrivar, at síðani Smyril kom aftur úr dokk í Danmark, hevur skipið havt trupulleikar, tí nýggju síðuskrúvurnar aktivera brandalarmin umborð.

– Fólk frá danska framleiðaranum koma til Føroya hesa vikuna at kanna trupulleikan, sigur Dánjal Samuelsen, við Frihedsbrevet.

– Vit hava roynt at loyst trupulleikan, men tað hevur ikki eydnast enn, og tí koma fólk frá framleiðaranum úr Danmark hesa vikuna at kanna, hvat trupulleikin er, og hvussu hann kann loysast, sigur virkandi strandferðslustjórin við Frihedsbrevet.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##