HM: Noreg vann seg trygt í hálvfinaluna

Noreg møtir Niðurlondum ella Ungarn í HM-hálvfinaluni

Norsku fjeppararnir hava nógv at fegnast um (Mynd: Ritzau Scanpix)

Montenegro megnaði ikki at gera nakað við norsku stórfavorittarnar í HM-fjórðingsfinaluni í Westfalenhalle í Dortmund í Týsklandi.

 

Noreg vann stórsigur 32-23 á Montenegro. Í steðginum var Noreg greitt á odda 19-11.

 

Stórleikarin, Henny Reistad var toppskjútti hjá Noreg við níggju málum. Durdina Jaukovic var við átta málum toppskjútti hjá Montenegro.

 

Í hálvfinaluni møtir Noreg antin Niðurlondum ella Ungarn. Tey spæla hálvfinalu í Rotterdam í morgin klokkan 17.

 

Fyrr í dag vann Týskland 30-23 (17-11) á Brasil, og tær møta antin Fraklandi ella Danmark í hálvfinaluni.

 

Frakland og Danmark spæla fjórðingsfinalu í Rotterdam í annaðkvøld klokkan 20. 

 

 

 

Norsku fjeppararnir hava nógv at fegnast um (Mynd: Ritzau Scanpix)