USA á hóttanarlista hjá Danmark

- Vit ríða millum tveir pólar, sigur Thomas Ahrenkiel, leiðari fyri Forsvarets Etterretningstjeneste í Danmark

Fyri fyrstu ferð er USA sett á almenna danska listan yvir lond, sum kunnu hótta Danmark.

 

Talan er um eina sonevnda fregnartænastufrágreiðing, sum Forsvarets Etterretningstjenestes í Danmark fer at almannakunngera í morgin.

 

Á donskum máli verður hetta rópt ein "trusselvurderingsrapport".

 

Berlingske veit at siga, at USA í frágreiðingini verður sagt at brúka sína búskaparligu og teknologisku styrki sum maktamboð, eisini yvirfyri samstarvspørtum og sameindum.

 

- Vit ríða millum tveir pólar, sigur Thomas Ahrenkiel, sum er leiðari fyri Forsvarets Etterretningstjeneste í Danmark.

 

Berlingske, sigur, at upplýsingarnir um, at USA nú er á hesum lista, koma, áðrenn fregnartænastufrágreiðingin verður almannakunngjørd í morgin.