Myndir: Klárt at svimja í Runavík í ár

Í dag var avhending av svimjihylinum í Runavík

– Tað sum í byggivinnuni verður rópt "avhending", var veruleiki í dag. Tað eru júst 10 ár síðan tær fyrstu krónurnar vóru settar á fíggjarætlan - til tess at fáa hesa verkætlanina til veruleika. Svimjihøllina í Bylgjuni. 

Soleiðis skrivar Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík á Facebook í kvøld.

Hann sigur, at nógvir meiri og minni avbjóðandi stíggjar eru gingnir hesi árini, men nú røkist fyri, at stutt er eftir á mál.

– Nakrir snøklar skulu fáast í lag, so er løtan komin fram hartil, at tað fer at bera til at svimja í einari svimjihøll í Runavík. Ein meiri enn 60 ára gamal dreymur gerst veruleiki, skrivar hann.

– Tað verður í hesum árinum at alment hátíðarhald verður, og svimjihøllin verður latin upp fyri almennari svimjing. Vit báðir Kjartan skrivaðu undir í dag, og eg loyvi mær at siga, at Runavíkar kommuna er serstakliga væl nøgd við arbeiðið hjá Kanjon, skrivar borgarstjórin í Runavík, sum samstundis upplýsir, at meiri frættist ein av fyrstu døgunum um, nær ið ein hátíðarløta verður fyri svimjihøllini.

Borgarstjórin leggur afturat, at fleiri av undirveitarum Kanjons vóru í høllini í dag, táið skrivað varð undir.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

 

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, og Kjartan Hansen, stjórin í byggifelagnum Kanjon, skriva undir avhendingarskjalið