30 fráboðanir um vindskaða

Tað hevur verið nógvur vindur í nátt, serliga norðanfyri og vestanfyri

(savnsmynd)

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at tey hava fingið 30 fráboðanir um vindskaða í gjárkvøldið og í nátt, tá tað var ringt veður og nógvur vindur.

Vaktleiðarin sigur, at nógvar fráboðanir komu úr Klaksvík, Eysturkommunu, Fuglafirði og úr Vágum.

Hesar fráboðanir snúðu seg um húsaklædningar og tekur, sum loysnaðu, og um leysar lutir, byggitilfar og annað, sum feyk í vindinum. Úr Leirvík kom fráboðan um, at nógv vatn var í eini á, Matará, sum fleyti inn í kjallararar, har tilbúgvingin mátti koma til hjálpar.

Í Havn var veðrið ikki so ringt, men tó komu tríggjar fráboðanir úr Havn og ein úr Hoyvík, sigur vaktleiðarin.

Fyrsta fráboðanin kom klokkan 17:45 í gjár, hon kom úr Klaksvík, og tann síðsta kom klokkan 4:45 í morgun, og hon kom úr Havn, har onkur takpláta var loysnað.

 

(savnsmynd)