Báðar HM-vertstjóðirnar hava vunnið seg í HM-hálvfinalurnar.
Ígjár vann Týskland 30-23 (17-11) á Brasil í Dortmund, og í kvøld vunnu Niðurlond 28-23 á Ungarn í Rotterdam. Tær niðurlendsku vóru omaná, serliga í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan 14-9 til Niðurlond. Í hálvfinaluni, ið verður leikt í Rotterdam fríggjadagin klokkan 16 møta Niðurlond krútsterka norska liðnum, ið vann 32-23 (19-11) á Montenegro í fjórðingsfinaluni.
Yara Ten Holte í niðurlendska málinum gjørdi stóran mun í kvøld. Hon bjargaði 41 prosent av ungarsku málroyndunum.
Dione Hausheer var toppskjútti hjá Niðurlondum við átta málum. Bo van Wetering skoraði fimm mál. Petra Simon, Katrin Klujber, Anna Albek, Petra Vamos og Luca Csíkos vóru við trimum málum hvør toppskjúttar hjá Ungarn.
Klokkan 20 spæla Frakland og Danmark seinastu fjórðingsfinaluna. Vinnarin møtir Týsklandi í hálvfinaluni, ið verður leikt fríggjakvøldið.











