Í kvøld var toppuppgerð í bestu donsku hondbóltsdeildini í Arena Svendborg høllini. Næstfremsta liðið, GOG við Óla Mittún á liðnum tók ímóti greiða oddaliðnum, Aalborg.
Aalborg vann í kvøld sekstanda sigurin av sekstan møguligum hetta kappingarárið. Í kvøld gjørdist talan um 33-26 sigur. GOG var væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Aalborg bert á odda við einum máli, 13-12. Í seinna hálvleiki gjørdist munurin greiður.
Óli legði upp til trý mál (assist), og hann vann liðnum trý brotskøst í kvøld.
GOG er næstfremst í deildini við 20 stigum. Aalborg er langt fremst við 32 stigum.
Sunnudagin klokkan 15 spælir GOG dyst á útivølli móti Grindsted.











