Miðvágur. Øll ferðslan til og frá flogvøllinum gongur gjøgnum Miðvág og Sandavág

Tunnil millum Vatnsoyrar og Fútaklett

– Ella ein tunnil um Hálsin og tunnil ella vegur til Miðvágs norður á Vatn

Miðvágur. Øll ferðslan til og frá flogvøllinum gongur gjøgnum Miðvág og Sandavág

Tað vísir Jóhannis Joensen, løgtingsmaður á í einum grein 52 a fyrispurningi, sum hann ehvur sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, sum nú eisini umsitur samferðslumál í landsstýrinum.

Jóhannis Joensen spyr landsstýriskvinnuna hesar spurningar um farleiðina frá flogvøllinum gjøgnum bygdirnar í Vága kommunu:

1. Hvussu nógvir bilar koyra ígjøgnum bygdirnar í Vága kommunu árliga?

2. Hvussu stór er ferðslan samanborið við onnur vegastrekkir í Føroyum?

3. Hevur Vága kommuna heitt á Landsverk um at virka fyri loysnum á ferðsluni gjøgnum bygdirnar Miðvág og Sandavág?

4. Hevur Landsverk biðið um pengar á fíggjarlógini til at gera ferðsluátøk saman við Vága kommunu á hesum vegastrekkjum?

5. Er landsstýrið vitandi um, hvørjar ætlanir Vága kommuna hevur á økinum?

6. Er nakað samskifti um eina fyribils felagsloysn á ferðsluruðuleikanum?

7. Nær er ætlanin at gera eina varandi loysn á ferðslutrýstinum til og frá Vága Floghavn?

8. Við økta ferðafólkatrýstinum um flogvøllin frameftir, metir landsstýriskvinnan so, at farleiðin til og frá flogvøllinum er nøktandi fyri borgararnar í Vága kommunu?

Í viðmerkingum til fyrispurningin vísir Jóhannis Joensen á, at ferðafólkatalið um flogvøllin bara økist. Útbyggingarnar av Vága Floghavn gera, at ferðafólkatalið væntandi røkkur 1 míó. fólk um nøkur ár. Hetta leggur stórt trýst á vegakervið til og frá flogvøllinum.

– Økta ferðslan koyrir gjøgnum tvær bygdir í Vága kommunu, Miðvág og Sandavág.

– Hetta eru bygdavegir, sum krevja, at ferðsluforðingar og tálman av ferðsluni er neyðugt, um fólk skal búgva fram við høvðusvegnum, sigur hann og heldur fram:

– Vága kommuna hevur víst á avbjóðingina og hevur ætlanir, men enn hevur Landsverk, sum eisini er vegamyndugleiki á hesum vegastrekki, ikki gjørt stórvegis. Hetta eru fyribils ferðsluátøk, tí øll eru óivað á einum máli um, at ein varandi loysn má finnast. Hetta kann gerast, við at leiða ferðsluna frá flogvøllinum og tunga ferðslu annars, uttan um bygt øki, sigur Jóhannis Joensen.

Hann vísir á, at nakrar tunnilsloysnir eru á borðinum, men enn er einki alment ítøkiligt, uttan tær tunnilsloysnir, sum Landsverk hevur á raðfestingarlistanum.

– Ein loysn er ein tunnil millum Vatnsoyrar og Fútaklett. Ein onnur loysn er tunnil um Hálsin og tunnil ella vegur til Miðvágs norður á Vatn.

– Fyri at fáa at vita, hvat ætlanin ítøkiligt er at gera her og nú á hesum vegastrekki, og fyri at vita, nær ætlanin er at gera eina varandi loysn, verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni, sigur Jóhannis Joensen.

 

 

Miðvágur. Øll ferðslan til og frá flogvøllinum gongur gjøgnum Miðvág og Sandavág