"Nú tosa øll um ítróttsbrøgd
á vøll’ og fimleikshøll,
men lívið lærdi okkum leik
á sjógv, um berg og fjøll."
Tað var navnframi Poul F, ið yrkti um hargabrøðurnar sum framdi nógv kappabrøgd, men vit reiðfólk hava nú í níti ár havt okkara egna kappa, ein sum av sonnum hevur framt mangt eitt bragd.
Talan er sjálvsagt um Svenning Reinert úr Norðadali, sum nú 1. jóladag fyllir níti ár.
Svenning Reinert er sjálv ímyndin av kappríðing sum ítrótt her á landi. Hann reið kapp fyrstu ferð longu í 1949. Hetta er somikið langtsíðani at avoldaða heimastýrislógin var enn fesk, fólkatalið í havnini var gott 5000 og føroyska fíggjarlógin var áljóðandi 5 milliónir danskar krónur. Men mest umráðandi fyri Svenning var helst at Føroya Ríðingarfelag var 6 ára gamalt og longu tá í fagrasta blóma.
Tá var riðið kapp úti á Velbastaðvegnum, málið var áraka har sum krossurin er. Hetta árið gjørdist Svenning nr. 2 í sínum flokki, á hesti nevndur Ørvarodd ið farbróðurin Tummas átti.
Síðani tá, ja síðani 1949 reið Svenning kapp hvørt ár líka til 2017. Hetta er heilt vist eindømi innan kappríðing, ikki bara í Føroyum, men í øllum heimunum. Longu árið eftir, í 1950 vann Svenning sína fyrstu, fyrstu virðisløn, hesaferð á hestinum Sjeik sum Heri Jensen átti.
Svenning gavst sum nevnt at ríða kapp í 2017, tað vil siga at hann reið kapp hvørt ár, í samfull 68 ár.
Í 2014 fekk Svenning handaða silvurnálina hjá Ítróttasamband Føroya og í 2017 var hann sum fyrsta reiðfólk í Føroyum eisini heiðraður við gullnálini hjá ÍSF. Bæði tvey væl uppibornir heiðrar til ein ítróttarmann sum tá hann takkaði fyri heiðurin, heldur enn at sóla sær í hesum, heldur vísti á stóra arbeiði sum nevndinar í Føroya Ríðingarfelag hava gjørt at bøta um umstøðurnar hjá kappríðingini. Soleiðis gera røtt stórmenni, takk Svenning.
Sjálvt um Svenning ikki ríður kapp longur, so er hann tó enn at síggja á rossabaki einaferð um árið. Hetta er til árligu ólavsøkuskrúðgonguna. Svenning hevur ikki ross longur, men hevur seinastu árini lánt hestin Spaða frá Berghestum og hetta er hann teimum sum skilst sera takksamur um.
Vil at enda takka Svenning fyri hansara íkast til okkara ítrótt og okkara felag. Svenning hevur riðið kapp á Velbastaðvegnum, við Leynavatn og við Marknagil. Eg má siga at eg hevði unt hont honum at roynt nýggju stásiligu breytina úti í Havnardali, men tá tað ikki skuldi vera, so er helst passandi at stóri dagurin verður hildin í felagshúsinum og hvør veit um ikki okkurt ross verður at síggja á breytini í dag, hetta at heiðra mikla reiðkappa okkara.
Hjartaliga til lukku Svenning og takk fyri tey mongu tøkini tú hevur tikið fyri okkum sum felag.
Vegna Føroya Ríðingarfelag
Brandur í Dali










