Reint drekkivatn í summar

Mykines: Eitt av málunum, sum Sørvágs bygdaráð hevur sett sær fyri at loysa er útveganin av reinum og góðum drekkivatni til borgararnar.

Millum bygdirnar sum fáa reint drekkivatn í næstum er Mykines. Her er løgd ein 1600 metrar long høvuðsvatnleiðing niðan í hagan, og arbeiðið at gera klárt til reinsiverkið er komið væl áleiðis.
- Væntandi verður reint drekkivatn í Mykinesi komandi summar, upplýsir borgarstjórin, Jákup Suni Lauritsen.
Reinsiverkið í Sørvági er bílagt, og verður uppsett um ikki so langa tíð. Hinvegin er ikki greitt, nær vatnleiðingin frá Leitisvatni til Sørvágs verður liðug.