Rektarin kann vænta sær uppsøgn

Norðurlendska Ráðharraráðið hevur givið rektaranum á Nordisk Journalistcenter, Birgir Kruse, eitt ætlanarskriv, har hann fær at vita, at Ráðharraráðið ætlar sær at fylgja tilmælinum frá stýrinum fyri Journlistsentrið um at siga hann úr starvinum sum rektari.

Útvarp Føroya veit at siga, at Ráðharraráðið vísir á fleiri viðurskifti, sum liggja til grund fyri, at hann skal sigast úr starvinum.

Birgir Kruse nú hevur tvær vikur til at svara ætlanarskrivnum, og hann hevur seks mánaðar uppsagnartíð.

Birgir Kruse fór í starvið sum rektari fyri Nordisk Journaliscenter í Århus í 1. februar í fjør, men í oktober mánaði var hann biðin um fyribils ikki at koma aftur til arbeiðis, tí Ríkisrevisiónin hevði funnist at umsitingini hjá honum av Journalistsentrinum. Ríkisrevisiónin fanst at ymiskum útreiðslum, sum Nordisk Journaliscenter hevði goldið fyri, men sum sentrið ikki átti at havt goldið fyri.

Hetta fekk stýrið fyri Nordisk Journaliscenter at taka málið upp, og hetta hevur nú ført við sær, at Ráðharraráðið ætlar at siga rektaran úr starvinum.