Religión hevur ein langan syndaregistara, við øllum frá heksabrenningum í miðøld og harðrendum islamistum í okkara tíð - til mótviljan hjá katólsku kirkjuni at nýta fyribyrgjan til at basa HIV smittu í Afrika. Og ofta síggja vit ultimativar uppgerðir í modernaða religiónskjakinum. Kjakið snýr seg um at gera úttømandi listar yvir annaðhvørt gagnlig ella skaðilig árin av religión ígjøgnum heimssøguna. Men fyri tey sum vilja verja religiónina snýr tað seg um at vísa á, at tað ikki er religiónin sjálv sum er trupuleikin, men hennara umboðsfólk.
Spurningurin um religión er skaðilig ella gagnlig er torskildur, tí ein ørgrynna av religiónsfatanum eru til. Við øllum frá teimum stóru og væl skipaðu átrúnaðunum til ódogmatiska persónliga trúgv á eitthvørt hægri ella ”tað góða”. Ein modernað niðurstøða hevur tí verið, at vit kunnu solda tað negativa frá religiøsitetinum, eitt nú tankar um Guds revsing og synd, men samstundis varðveita lívsjáttandi virðini – t.d. ósjálvsøkni, næstakærleika og kensluna av meining í tilveruni.
Tá religión kúgar
Samfelagsliga hevur ákæran ímóti átrúnaði serliga verið, at religión er ein kúgandi megi. Religión hevur verið brúkt til at argumentera ímóti samkyndarættindum, kvinnurættindum og til at argumentera fyri kríggið og atsóknum av alskyns slag mótvegis øðrvísi hugsandi. So ella so tykist átrúnaður hava eina innbygda eksklusivismu, ið skilir millum tey rættvísu og órættvísu. Kendir gudsavnoktarar hava tí stundum tikið til, at um tú vilt hava annars góð menniskju til at gera óndar gerðir, so skalt tú geva teimum religión.
Og søguliga hevur átrúnaður verið brúktur til at skilja menniskju sundur í serligar bólkar, sum hava hevja seg uppum onnur. Ákæran ímóti kristiligum politiskum flokkum hevur tí verið, at teir, frammum aðrar flokkar, hava stóran tørv á at mynda samfelagið í síni persónligu mynd.
Flest allar religiónir hava harnæst heilagar lærusetningar, ið ikki ber til at seta spurning við. Tær flestu religiónir leggja ikki júst upp til opið kjak. Hetta skurrar í oyrunum á nógvum modernaðum menniskjum. Religión verður tí løgd undir at standa í andsøgn til modernað skilvísi og vísindaliga rannsakan. Klassiska dømi er kirkjuliga stríðið við Galileo Galilei um hvørt tað nú var jørðin ella sólin sum vóru kjanin í alheiminum. Modernaða fyridømi um ”religión v.s. vísind” er mótstøðan ímóti menningarlæruni, sum í stóran mun er grundað á bókstaviliga bíbliutulking. Hesi dømi verða brúkt til vísa á, at religiónin hevur eina innbygda fornuftskúgan og veruleikaflýggjan.
Religiónsapologetar eru sjálvandi skjótir at svara aftur og vísa á, at nógvir stórir vísindamenn hava trúð á Gud, umframt at argumentera fyri, at tað ber til at sameina trúgv og vísind, júst við at halda teimum atskild - sum tvey økir við hvør sínum spælireglum. Tað letir seg ikki gera at greina Gud vísindaliga, og náttúrulógirnar lata seg ikki greina við at vísa á Gud, verður havt á lofti. Men religiónskritikarar halda fast um, at hóast summar útgávur av átrúnaði hava gjørt modernaðu heimsmyndina til part av síni gudfrøði, so er hetta ikki gjørt uttan tógvi stríð við religiøsar myndugleikar av øllum handa slag.
Drívmegi til at gera gott?
Men er hetta nøkur endalig niðurstøða um átrúnaðin? Tey ið verja trúnna, vilja vera við, at ein samanumtøka av søguni staðfestir, at heimurin var eitt verri stað um ikki tað var fyri átrúnaðin. Í einum almennum kjaki millum Tony Blair, ið stutt eftir sína tíð sum forsetisráðharri í Bretlandi alment játtaði seg sum praktiserandi katolikk, og kenda gudsavnoktaran Christopher Hitchens, sála, førdi Tony Blair fram, at hóast summar útgávur av religiøsiteti vóru kúgandi, slapst ikki undan, at religión kundi teljast millum størstu drívmegir til at gera gott í heiminum.
Tony Blair hevur víst á, at nærum helmingurin av øllum heilsufremjandi arbeiði í Afrika verður rikið av kristnum felagskapum, og at nærum ein fjórðingur av heilsuumsorgan fyri AIDS rakt kring allan heim, verður rikin av katólskum felagskapum. Sambært honum er hetta ein greið ábending um positivu árini av religión í modernaða heiminum.
Og søgan stuðlar honum, vilja fleiri kirkjusøgufrøðingar vera við – tí søgan er, sambært teimum, full av dømum um, at kristindómurin hevur verið við til, at gera heimin til eitt betri stað. Eitt klassiskt dømi er stríðið ímóti trælahaldinum, har kristnir aktivistar saman við sekulerum aktivistum stríddust fyri at fáa trælahaldið avtikið, við støði í tí fatan, at øll menniskju høvdu javnbjóðis virði.
At religiøsitetur søguliga eisini ofta hevur sýnt fanatiskar tendensir – har tað snúði seg meiri um, at umvenda heidningar til røttu trúnna – enn at veita hjálp - sigur møguliga ikki so nógv um sjálvan religiøsitetin. Tí at fanatisma, skilt sum heimsfatan, har tað bert er ein ávís hugsjón, ið er røtt, er at finna á so nógvum økjum. Ikki bert tí religiøsa økinum. Totaliteru kommunistisku statirnir, sum í nógvum førum vildu útrudda religión eru eitt nógv umrøtt dømi í kjakinum uppá hetta. Argumenti er, at fanatisma er meiri menniskjalig enn religiøs sum so.
Tony Blair hevur tí víst á, at tað, at avskrivað allan religiøsitet orsaka av nøkrum ”spiltum súreplum” svarar til at avskrivað allan politik orsaka av Hitler, Pol Pot og Stalin. Sambært hansara fatan er tað ikki religiónin sjálv sum er trupuleikin, men tey sum brúka hana til sjálvsøkin áhugamál. Eins og at politikkurin í sær sjálvum ikki er tað vit skulu skilja okkum av við.
Tín tulking og mín
Men hetta er kanska at lata religiónina sleppa dekan ov lætt. Tí samstundis sum tað stendur greitt, at religión kann vera ein drívmegi til at gera gott, stendur eisini greitt, at fleiri av teimum religiøsu grundkeldunum, so ella so, viðhvørt eggja til hatur, harðskap og diskriminatión, eins og tær eggja til næstakærleika og minni sjálvsøkni. Men hetta sigur okkum nógv um religiøsu siðvenjirnar – tær kunnu nýtast rættuliga selektivt. Eitt nú ber til at vísa á, at Bíblian er rættuliga kvinnukúgandi í støðum, ímeðan nøkur skriftstøð tykjast geva kvinnuni væl hægri status enn tátíðar religiøsa samfelagið annars viðurkendi henni.
Sostatt kann tað ofta gerast ein spurningur um hvør lesir, og hvør tulking vinnur frama í einum ávísum religiøsum ella politiskum samanhangi. Hesin veruleiki avdúkar, at religión ikki er nøkur statisk eind sum stendur í stað. Religión er altíð ”up for grabs”, og kann geva íblástur bæði til kúgan og frígerðing. Dømi við trælahaldinum er rættuliga sigandi, tí trælahaldið var bæði rættvísgjørt og fordømt við Bíbliuni í hondini. Tað var bara ein spurningur um at velja røttu skriftstøðini burturúr.
Men samstundis sum Europa gerst minni og minni religiøst, í siðbundnum týdningi í hvussu er, eru røddir frammi sum spyrja, um vit ikki eru við at missa nøkur virðismikil virðir so hvørt religiøsiteturin má víkja fyri sekulariseringini. Heimsspekingurin Alain De Botton, hevur eitt nú argumentera fyri, at átrúnaður hevur nøkur týðandi virðir sum moderniteturin ikki kennir nógv til. Sambært honum ber til at taka tað besta burturúr átrúnaðunum, uttan at trúgva religiøsu lærusetningunum.
Eitt dømi er sosialur felagskapur. Flest allar religiónir leggja stóran dent á felagskap, samveru og felagsvisiónir um hvussu heimurin eigur at vera. Hetta er moderniteturin við at missa við individualiseringini, argumenterar Alain De Botton fyri. Tí orsøkin til, at átrúnaður ofta hevur so stóra ávirkan og so sterka organisatión í samfelagnum er júst felagsandin millum tey religiøsu. Alain De Botton brúkar hetta sum dømi um eitt aspekt av religión sekuleri heimurin kann læra nógv av. Eitt nú kunnu politisk áhugafeløg fáa nógvar ferðir meiri ávirkan, um tey læra seg at savna fólk um eitt felagsmál, á sama hátt sum religiøsir bólkar gera.