Rock trawl-doors í Vági, sum framleiðir trollemmar til skip kring allan heim, fær av og á vitjan av kundum, soleiðis at skilja, at skipini sjálvi leggja leiðina framvið í Vági fyri at fáa nýggjar trollemmar.
Í dag var ein slik vitjan.
Norski trolarin Remøy vitjaði á Vági, og ørindini vóru at fáa trollemmar frá lemmavirkinum í Vági. Eisini fór føroysk manning umborð.
Remøy hevur heimahavn í Fosnavaag. Skipið er bygt í 2013.
##med2##
Myndir: Finn Johannesen