Renault eru bestir í løtuni

Renault liggja á fyrstir í liðkappingini í Formel 1. Giancarlo Fisichella vann sannførandi í Avstralia og liðfelagin Fernando Alonso gjørdist triðbestur. Hetta váttaði at Renault hava ein veruliga skjótan bil í ár

Í allan vetur hava Renault bilarnir verið skjótastir í royndarkoyringunum, og tí er støðan ikki óvænta. Men fleiri av hinum liðunum hava síðan Avstralia, arbeitt sera hart fyri at gera sínar bilar kappingarførar. Serliga Williams/BMW, McLaren/Mercedes og Toyota, skuffaðu í Avstralia, og øll hesið liðini kunnu gera ein vørr.

Eingin ivi er um, at Fisichella og Alonso fara at gera sítt til, at støðan verður óbroytt tá veittra verður við ternutta flagginum í Kuala Lumpur sunnudagin.