Við Renault Mégane II vilja fransmenn bróta við pástandin um, at allir nýggir bilar líkjast. Seinastu modellini hjá Renault hava víst, at teir tora at ganga sínar egnu leiðir. Nýggi Mégane líkist nógv teimum stóru Renault luksusbilunum Avantime og Vel Satis. Teir bilarnir verða ikki seldir um okkara leiðir. Mégane er gjørdur yvir ein heilt nýggjan plattform, ið er gjørdur í samstarvi við Nissan. Í fyrstu atløgu kemur nýggi Mégane II í útgávum við 3 og 5 hurðum.
Tað er ikki bert útsjóndin sum er nýggj og annarleiðis. Tað er ikki uttan orsøk at Mégane II fekk 5 stjørnur í EuroNCAP testunum, hann er fyrsti bilur í heiminum við "Submarining"-airbag í framsetrunum, ein skipan ið forðar fyri, at bilførarin og síðumaðurin kunnu glíða úr trygdarbeltunum undir eini harðari uppbremsing ella í eini ferðsluvanlukku. Síðu- og gardinairbag eru eisini standard. Tríggir bensinmotorar frá 98 til 140 hk og tveir dCi dieselmotorar við ávikavist 80 og 120 hk verða at velja ímillum.
Bilurin er væl útgjørdur við t.d.fjarstýrdum sentrallási (separat til baklúkuna) aircondition við køling av handskarúmi, elektorniskan oljuniveau mátara. Eins og á Renault Laguna verður Mégane II settur í gongd uttan startlykil, men við einum korti, SmartCard. Bilurin hevur eisini elektroniska servostýring. Undirvognurin er eisini nýggjur og bilurin koyrir væl, er lættur at stýra og stúttur í svingum. Mégane II fæst í útgávunum Authentique, Expression og Dynamique. Mégane II bleiv kosin ársins bilur í Evropa 2003. Ein av orsøkunum til at hann bleiv ársins bilur, var at hann hevur framúr góðar koyrieginleikar og nýskapandi og smart design.
??????
Renault Mégane II 1,6 Expression Comfort
Motorurin:1.6 litur 4 syl. bensin 115 hk
0-100 km/t:10,9 sek
Bensinnýtsla:14,7 km/l
Dekkstødd:195/65-15
Stødd og vekt
Longd:421,0 cm
Breidd:178,0 cm
Hædd:146,0 cm
Eginvekt:1150 kg
Viðførisrúm:330 litrar
Prísur:Frá kr. 183.000
Søluumboð:VR Bilar
Hoyvíksvegur
FO-100 Tórshavn
322110