Tað var klokkan 06.30, at løgreglan fekk boð um, at ein bilur hevði rent á ein lyktapela og eitt skelti við rundkoyringini á vegamótinum, Sundsvegur/Óluvugøta/Blómubrekka.
Tað var onkur í grannalagnum, sum boðaði løgregluni frá, at viðkomandi hoyrdi onkran renna á, men sá ongan bil.
Tá løgreglan kom á staðið kundi staðfestast, at ein bilur hevði koyrt á pelan og skelti og hjólsporini sóust týðulig í grasinum uttan fyri vegin. Bilurin steðgaði eftir øllum at døma ikki og rýmdi av staðnum.
Løgreglan hevur funnið nakrar lutir av bilinum og kann staðfesta, at talan er um gráan bil.
– Vit hava nóg mikið av lutum til at kunna staðfesta hvat slag av bili talan er um, sigur vakthavandi á politistøðini.
Hann heitir á fólk, sum hava sæð tilburðin, um at seta seg í sambandi við løgreguni – og um tað er bilførarin, sum vil krúpa til krossin, so er at venda sær til løgregluna.