– Mangan tá ið eg havi siglt við báti út eftir ella inneftir Fuglafirði, so havi eg hugsað um ikki møguleiki varð fyri at gjørt eina rennibreyt frá Klovningi og út á Varmakeldu, har fólk kundu runnið/spákað sær ein túr, uttan ampa av ferðslu.
Varð rennibreyt/gongubreyt gjørd av Leirvíksvegi og oman á Varmakelduhelluna, so kundi sjálvandi verðið runnið/gingið ta leiðina eisini.
Eg veit, at tað eru mong onnur, ið hava borið hetta upp á mál. Tað er ikki altíð, tað gongur so leingi frá tí ein tanki er føddur ,til hann gerst veruleiki, vóni so verður í hesum føri, segði Signar á Brúnni millum annað í varmakeldurøðu síni á Varmakeldu í gjár
Lesið røðuna niðanfyri:
»Góðu varmakeldustevnugestir !
Út á Varmakeldu aftur
Tá ið heitt varð á meg um at siga nøkur orð her á Varmakelduhelluni, svaraði eg, tað er gaman í, uttan at biðja um nakra umhugsunartíð.
Varmakeldan er nakað heilt serstakt fyri meg, og søga hennara er spennandi og áhugaverd, so mær tókti, at tað var ein stórur heiður at fáa høvið at siga nøkur orð á hesi søguligu hellu.
Eg ímyndi mær, hvat hendi, tá ið fólk í gomlum døgum leitaði sær oman á Varmakelduhelluna.
Nøkur mundu óivað hugsað um heilsuna, fingu sær ein sopa úr kelduni, og fyltu sær í eitt ílat at hava heimaftur við, tí tey vistu, at kelduvatnið var øðrvísi, enn alt annað vatn í Føroyum – tað er heitari, og tað er heilsugevnadi. og tað ger menniskju eydnusom.
Aftur onnur komu at njóta løtuna út í vøkru náttúruni saman við øðrum og hava tað stuttligt, og tey nógvu komu at lurta eftir tí, ið røðari skuldi bera fram á helluni.
Og kanska var felags fyri tey øll, at tey gleddu seg at fara at dansa og kvøða á sjálvari Varmakelduhelluni. So løturnar á Varmakelduhelluni mundu helst minna mest um fólkafundirnar, ið vórðu hildnir í Føroym.
Fólkafundir kunna vit siga, er sjálv ímyndin av fólkaræðnum.
Einki fólkaræðið er vorðið til uttan okkurt slag av fólkafundi.
Føroysku vekingarrørslurnar nýttu fólafundirnar sum pallar at bera fram síni sjónarmið, áðrenn vit fingu prentaðar og elektroniskar miðlar.
Fólkafundir hava í mongum førum verið orsøk til fall hjá einræðisharrum, fámannaveldum og øðrum ódemokratiskum samfelagsskipanum.
Tjóðaskaparrørslan
Neyvan nakað hevur hugtikið meg so nógv, sum føroyska tjóðskaparrørslan, ið nýtti føroysku náttúruna sum pall a bera fram síni sjónarmið.
Hvørjaferð skipað verður fyri fundum úti í Guðs vøkru náttúru, so koma tjóðskaparmenninir fram fyri meg – hesir hugsjónarmenn, ið høvdu so nógv upp á hjarta, menn, ið dugdu at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum, dugdu at lata tað teir bóru fram í ein vakran og hugtakandi málbúna, ið fólkið sat undir og skilti – og teir vistu, at ” steinur brestur fyri mannatungu” og teir megnaðu at fáa føroyingar at fylkjast um føroyskt mál og alt tað, sum føroyskt var.
Teir settu sær høg mál:
Føroyingar skuldu ganga fram í øllum lutum og gerast sjálvbjargnir – í eini fátæksligari tíð – peningaliga sæð. Men teir áttu tað størsta og besta í sær : viljan og áræði.
Øll munnu vit í dag ásanna, at teir høvdu rætt, tá ið teir søgdu, at Føroyar eru ikki fátækari longur, enn evnini í fólkinum vakna til at gera tær gávuríkar, og at ein seigur vili er førur fyri at troðka allar mótburðir av vegnum, og teir vistu ,at vitan og virksemi er leiðin til sjálvstøðu.
Teir vistu, at móðurmálið var ein felagsogn, ið øll høvdu skyldu til at verða góð við.
Teirra strev og stríð varð ikki til fánýtis, teir megnaðu at víðka sjónarringin hjá teimum, ið lýddu á, og gjørdu tey betri før fyri at bera sjónarmiðini víðari. Mentanarlívið blómaði. Yrkingar í hópatali vórðu skaptar, sum enn dagin í dag, verða mettar sum skaldsligar perlur.
Onkur sá stjørnulynd glampa á himli, onkur annar gjørdist partur av ódnini, tá hon brast á, aftur ein annar gjørdi fólksins strev í bø og haga og bjørgum til skaldsskap – á hesum sama máli kundu vit kenna inn í sálina, tá ið náttin nam við smærurnar, og tað bar til at lýsa miðamannin sum hin størsta mentamann.
Men andlig mentan uttan verkligt grundarlag er eingin sonn mentan, og verklig mentan uttan andligt innihald er ein tóm mentan.
Føroyingar lærdu at føra skipini – eisini tey stásiligastu før.
Teir bundu landið saman við vegum, við havnum, við bergholum, og teir bundu eftir havleiðum Føroya land at alheiminum.
Vóru teir smáir, so vóru teir knáir, og teir megnaðu tað sama, sum størri tjóðir megnaðu.
Framburður
Framburður føroyinga hevur verið ómetaliga stórur í mong ár – nakað, ið føroyingar allir fegnast um.
Fyri bert at nevna einstakar stórhendingar, ið komu at hava nógv at siga fyri okkum føroyingar, skulu nevnast fiskimark okkara, sum í 1964 varð flutt flutt út á 12 fjórðingar – og so í 1977 út á 200 fjórðingar.
Ferð kom á vinnulívið, nýggj og tíðarhóskandi skip komu í flotan, ið fiskaðu meira, og har umstøður fiskimanna gjørdust munadi betri.
Meðan líðin elur seyð
Og havið fisk
So fæst við Guð hjálp
Dagligt breyð
Á føroyings disk.
Innan alivinnuna hevur eisini gingið sera væl, hóast nøkur bakkøst hava verið.
Vit eiga eitt vælhóskandi umhvørvi, ið lýkur so at siga øll tey krøv, ið verða sett slíkari vinnu.
Vit hava átt og eiga, fólk, sum ganga upp í sítt arbeiði við lív og sál – og tað gevur altíð úrslit. Vit eru millum tey allardugnaligastu í heiminum, og tað gagnar sjálvandi øllum tí føroyska samfelagnum.
Hækkandi inntøkurnar hjá fólkinum, sást aftur í øktum virksemi hjá landi og kommunum.
Við øktum inntøkum vórðu nýggir møguleikar skaptir. Mentanarlívið varð dyggiligari stuðlað, og ein meira miðvístur skúlapolitikkur varð førdur, ið legði seg eftir, at verða á hædd við grannalondum okkara, um somu tíð, sum øll ungfólk fingu sama møguleika at fáa sær ta útbúgving, ið tey ynsktu sær.
Tjóðskaparmenninir á Varmakeldu
Tá ið eg sat og orðaði hesa røðu, sá eg fyri mær teir gomlu tjóðskaparmenninar, ið vórðu komnir oman Varmakelduhelluna at gleðast saman við okkum.
Vit fingu eitt gott prát við Rasmus á Háskúlanum, hann ið Christian Matras segði um, at tað sum hann skrivaði, var annað enn blekk, har var bæði livandi blóð og vit.
Christian Holm Isaksen greiddi okkum frá sínum bardaga fyri politiskum sjálvbjargni og fólkaræði móti embætis . og stórmannakúgan. Segði okkum, hvussu hann stríddist fyri tey minnimentu, samstundis sum hann háðaði hykl og andligt myrkur alt sítt lív.
Hann hugdi speiksliga at okkum og helt fyri: Ansið nú væl eftir, at tit ikki fáa eitt stættarfelag.
Prátið við Louis Zachariasen var nakað serligt, tí báðir vóru vit lærarar, og høvdu lætt við at skilja umstøðurnar innan skúlans gátt. Hesin úrmælingurin, hevði ilt við at fáa starv sum lærari í Kirkjubøar sókn, tí hann hevði funnist at, hvussu illa móðurmálið varð viðfarið í skúlanum.
Hann misti tolið, og fór at útbúgva seg sum verkfrøðing. Hann hevði annars nógv at fegnast um, sum var hent á skúlaøkinum.
Jákup Dahl havi eg altíð hildið nógv av. Christian Matras segði um hann, at hann var ein tann størsti byggimeistari FØROYAMÀLS, ið verið hevur.
Hann týddi Bíbliuna, ið kirkjan nýtir, maðan Brøðrasamkoman nýtir umsetingina hjá Victori Danielsen, ið eisini var ein av okkara frægu tjóðskaparmonnum.
Fuglfirðingar hava altíð verið sangglaðir, og hava valt sær nakrar sangir fram um aðrar at syngja, ein av hesum er BOÐAR TÙ TIL ALLAR TJÓÐIR, ið Jóannes bóndi yrkti.
Hann hevði ein serligan myndugleika yvir sær, og øll lurtaði við áhuga, tá ið hann bar nakað fram.
Tað varð sagt um hann, tá ið hann andaðist, at lívið tyktist at gerast fátækari um alt Føroya land, tá ið Jóannes bóndi var farin.
Føroyingafelagið í Keypmannahavn sendu honum hesa heilsan, tá ið hann hevði sjeyti ára føðingardag:
Tú setti inn í søguna nýtt at berjast fyri
Vit takka fyri bragdið og tína egnu byrði.
Og av øllum mundi Hans Andreas Djurhuus verða serliga áhugaverdur. Vit kenna flest øll, tað ið hann hevur yrkt, tað er nakað serligt – og øll, eldri sum yngri kenna hetta skald, tí hann er so hugtakandi.
Hann gekk undir hatti her á helluni og í munnklovanum hevði hann pípu.
Mær rann í huga, einaferð eg samstarvaðist við Rikard Long í Mentanargrunninum, at Rikard fortaldi mær, at hann hevði sagt við Hans Andreas Djurhuus, at hann hevði so tungt við at fáa yrkingarnar at bera upp á rím, tá svaraði Hans Andreas Djurhuus, at hann hevði trupulleikar við at siga nakað, sum ikki bar upp á rím.
Frægi vísundamaðurin, málmaðurin Christian Matras segði soleiðis um fleiri av okkara frægu mentamonnum:
Tað er eftirsjón í teimum mentamonnum Føroyar hava mist hesi seinastu 10 árini. Teir eru Símun av Skarði, Jákup Dahl, M.A. Jacobsen, Jóanes bónda, Janus Djurhuus og nú Hans Andreas – allir oddamenn ella dyggir stuðlar í verkinum til at gera eina tjóð, eina mentaða tjóð, burtur úr okkara spjadda oyggjafólki.
Vit eru so fáir, at missur er í hvørjum manni, sum fer.
Náddu vit arbeiðssetninginum ?
Niðri á Varmakelduhelluni sita vit framvegis og práta við frægu tjóðskaparmenn okkara. Vit tosa um tey mál, ið tjóðskaparrørslan setti sær sum mál, nevnliga at ganga fram í øllum lutum – og gerast sjálvbjargin.
Teir vóru allir so væl nøgdir við tann stóra framburð samfelagið hevði havt, og her vórðu vit náddir nógv longri, enn nakar av teimum høvdu droymt um.
Teir fegnaðust um tað økta virksemi í landinum, um ta øktu fiskamongd, ið varð løgd upp á land, og tað nógva arbeiðið hon skapti..
Teir fegnaðust um teir nýggju og tíðarhóskandi skúlarnar, ið vórðu bygdir og um tær betraðu umstøðurnar fyri einum ríkum mentanarlívi.
Vit greiddu teimum frá at um ikki so langa tíð, so fóru føroyingar at gera nýtslu av grønari orku. Vit greiddu teimum frá, at geografist lógu Føroyar so væl fyri, at tann nógvi streymurin millum oyggjarnar fór at verða nýttur til streymframleiðslu, ið fór at minka oljunýtsluna munandi. À henda hátt kom samfelagið at minka munandi um oljuútreiðslurnar, og vit komu at búleikast í einum nógv reinari landi.
Tjóðskaparmenninir høvdu stóran áhuga í júst hesum, tí hetta var nakað, ið teir vistu lítið og einki um – av góðum grundum.
Vit søgdu teimum, at fíggjarlógin javnvigaði við umleið 5 milliardum, og høvdu hug at spenna brinnguna fram úr okkum – jú, sanniliga høvdu vit gingið fram í øllum lutum.
So gløggir sum teir vóru, gáaðu teir skjótt eftir, at ríkisstuðulin upp á 630 mió. fekk føroyska samfelagið frá øðrum samfelagi, og teir høvdu ilt við at skilja, at eitt land, sum hevði so stóran fíggjarligan framburð, framhaldandi skuldi dúa upp á stuðul frá øðrum landi.
Við øðrum orðum, seinni málsetningur teirra um SJÁLVBJARGNI, hava vit -eftirkomarar teirra slept og fyri góðar 600 mió. kr. hava føroyingar selt sítt tjóðarfrælsi – tað, sum teir settu í hásæti.
Nær koma vit á mál sum tjóð ?
Lættari at koma til og frá Varmakelduni
Nú eg havi henda møguleikan at tosa um eitthvørt mál, ið hóskar til løtuna, loyvi eg mær at umrøða einstakt lokalmál.
Í Fuglafirði plaga vit á hvørjum ári at skipa fyri einum túri niðan á Skarðið, har røða verður hildin og sungið verður.
Væl av fólki hevur møtt, ung sum eldri, ið sigur mær, at tað saktans ber til at koma saman úti í Guðs fríðu/fríu náttúru, ið vit kunna njóta, samstundis sum vit røra okkum og stimbra musklar og liðir – heldur enn at sita inni frammanfyri sjónvarpið ella telduna.
Tað munnu vera eini 10 ár síðani vit vóru seinast úti á Vermakelduhelluni. Staðið her úti er sera vakurt, og fjálgt, og teinurin at koma higar hjá fuglfirðingum, leirvíkingum og gøtufólki og øðrum við ,er stuttur.
Mín vón og áheitan skal verða: Sleppi ikki hesum siðnum at møtast á hvørjum ári úti við Varmakeldu. Hesin mátin at møtast upp á er nakað serligt, staðið er søguligt, so hesum mugu vit ikki sleppa.
Mangan tá ið eg havi siglt við báti út eftir ella inneftir Fuglafirði, so havi eg hugsað um ikki møguleiki varð fyri at gjørt eina rennibreyt frá Klovningi og út á Varmakeldu, har fólk kundu runnið/spákað sær ein túr, uttan ampa av ferðslu.
Varð rennibreyt/gongubreyt gjørd av Leirvíksvegi og oman á Varmakelduhelluna, so kundi sjálvandi verðið runnið/gingið ta leiðina eisini.
Eg veit, at tað eru mong onnur, ið hava borið hetta upp á mál. Tað er ikki altíð, tað gongur so leingi frá tí ein tanki er føddur ,til hann gerst veruleiki, vóni so verður í hesum føri.
Eitt kunna vit siga við vissu, varð nevnda ætlan gjørd til veruleika, so tori eg við vissu at siga, at nógv fólk høvdu nýtt slíka rennibreyt/gongubreyt og nógv meira fólk hevði møtt til stevnuhald á Varmakelduhelluni komandi mongu árini.
Framhaldandi góða stevnu!«
Signar á Brúnni