Í dag hevur FSF eina skilagóða ? eftir mínum tykki ? loysn viðvíkjandi heimadystum hjá landsliðnum. Tórsvøllur og Svangaskarð skiftast um at hýsa bestu føroysku leikarunum og gestum teirra. Í sovorðnum førum verða vallarnir báðir brúktir eins nógv, og bæði havnarfólk og bygdafólk fáa landsliðið á vitjan. Tílik rotatión er vanlig nógva aðrastaðni, t.d. í Svøríki, har landsliðið býtir heimadystir millim Stokkhólm og Göteborg. Í summum londum (Týsklandi, Italia, Hálandi) leikar landslið í fleiri býum. Í so máta er núverandi støðan í Føroyum best hóskandi. Men ? um so er, at rennibreyt kortini verður gjørd á Tórsvølli (og ikki aðrastaðni), so hevði tað verið púra natúrligt hjá FSF at flutt allar heimadystir hjá landsliðnum inn á Toftir aftur. Tað kann als ikki samanberast at síggja ein fótbóltsdyst har inni (ella á Tórsvølli í dag), sita beint við vøllin og veruliga njóta dystsins anda, og at vera einar tíggju-fimmtan metrar frá vøllinum, serliga tá ið talan er um luftfallsliga fá áskoðarapláss, sum eitt stadium í Føroyum kann bjóða. Tí er niðurstøðan hjá einum fótbólsáhugaðum greið. Rennibreyt á Tórsvøll ? so latið Svangaskarð fáa fótbóltslandsliðið aftur!