Rentuhækkingin minni uttan fyri miðstaðarøkið

Av tí at hús eru bíligari uttan fyri miðstaðarøkið er rentuhækkingin minni í krónum

 

Í Suðuroy og í Klaksvík sleppa tey tí heldur bíligari.

Prísurin á sethúsum í Klaksvík og aðrastaðni uttan fyri miðstaðarøkið ger, at rentuhækkingin er minni í krónum. Tað skrivar Dimmalætting.

Rentuhækkingarnar, sum hava verið, raka sjálvandi tey harðast, sum hava størstu lánini.

Soleiðis verða tey, sum hava keypt dýrt í Havn, ógvusligast rakt í krónum, meðan húskir í Klaksvík, Suðuroy og aðrastaðni sleppa heldur bíligari, tí bústaðarprísurin er lægri.

Blaðið hevur nøkur ítøkilig dømi, sum lýsa støðuna.

 


Les meira á: Sleppa heldur bíligari í Klaksvík og í Suðuroy