Rentustuðulin í Løgtingið í morgin

Í morgin fæst ábending um, hvør tað fer at eydnast landsstýrinum at minka renstustuðulin av sethúsa- og útbúgvingarlánum, so sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur skotið upp.

Í morgin fæst ábending um, hvør tað fer at eydnast landsstýrinum at minka renstustuðulin av sethúsa- og útbúgvingarlánum, so sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur skotið upp.

 

Ætlanin hjá landsstýrinum er, at stuðulin skal lækka úr 35 prosentum niðurí 30 prosent eftir fimm árum.

 

Tað er ikki semja í samgonguni um hetta málið. Eitt nú hevur Jenis av Rana í Miðflokkinum boðað frá, at hann ikki tekur undir við uppskotinum. Eisini hevur Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum sagt seg vera ivasaman.

 

Í morgin verður málið til fyrstu viðgerð í tinginum, og tá fæst ábending um, hvussu stóra undirtøku málið hevur í tinginum – og ikki minst í samgonguni.

 

Fimm mál eru til viðgerðar á tingfundinum í morgin. Hini fýra eru fyrispurningar. Tveir frá Bjarna Djurholm um at lýsa 27. januar sum almennan holucaustdag, ein frá Rigmor Dam um fólkaskúladeildina í Mentamálaráðnum og ein frá Bjarna Djurholm um at veita ungum kvinnum betri møguleikar at eiga børn undir lestri.

 

Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 13.30