Reus og Hummels ongan veg

Marco Reus og Mats Hummels eru báðir umvegis slatursmiðlan á veg burtur frá Dortmund, men einki er í tí.

Marco Reus og Mats Hummels eru báðir umvegis slatursmiðlan á veg burtur frá Dortmund, men einki er í tí.

 

Tað slær venjarin hjá Dortmund, Jürgen Klopp fast.

 

Mats Hummels og Marco Reus eru báðir stórir profilar hjá Borussia Dortmund í týsku Bundesliguni, og báðir eru settir í samband við onnur feløg í hesum keypsvindeyganum. Hummels skuldi verið á veg til Manchester United, meðan Reus er spáddur til alt frá Barcelona til Liverpool.

 

So seint sum í dag eru gitingar um, at Manchester United skal hava boðið 150 milliónir krónur fyri Hummels. Men tað tímir Klopp ikki at hoyra upp á.

 

- Hvørjar vóru dagsins gitingar? Mats til Uniterd? Fyri hvussu nógv? 150 milliónir? Fyri tann prís kunnu øll bara gloyma tað. Mats og Marco spæla fyri okkum komandi kappingarár. Eg kann vissa øll um, at einki sum helst tekin eru um, at hvørgin teirra ynskir at sleppa burtur frá felagnum, sigur Jürgen Klopp við Ruhr Nachrichten.

 

Mats Hummels var ein partur av týska landsliðnum, sum júst hevur vunnið HM, meðan Marco Reus noyddist at fylgja við heiman ífrá orsakað av einum skaða, hann fekk stutt undan kappingini.