Hondbóltskappingin er meiri spennandi nú enn hon hevur verið í longri tíð. Bæði hjá monnum og kvinnum er rættiligur spenningur komin í farnu vikuna.
Alt byrjaði við at menninir hjá H71 vunnu á VÍF, og kvinnurnar hjá Kyndli gjørdu grannunum í Hoyvík kynstrið eftir við at vinna oddadystin í kvinnudeildini.
Hjá monnunum hevur H71 møguleika at fáa revansju fyri einasta tapið í landskappingini í ár, tá teir máttu lúta fyri StÍF á heimavølli.
StÍF hevur eitt sera gott lið, og vit taptu heilt greitt móti teimum. Nú skulu vit aftur royna okkum ímóti teimum, og tað verður ein sera trupul uppgáva, sigur Jákup Símun Simonsen hjá H71.
Men hoyvíkingar eiga at hava sjálvsálitið í lagi, tí teir hava júst verið í Vestmanna og vunnið á VÍF.
H71 og VÍF hava bæði átta stig, og H71 kann fara fram um VÍF, um teir vinna í vikuskiftinum, tí VÍF spælir ikki fyrrenn næsta mikudag, tá teir skulu til Havnar at vitja Kyndil, og spæla næsta dystin móti vanliga harðasta kappingarneytanum í ár.
Sunnudagin verður dystur millum tey bæði aftastu liðini í deildini, KÍF og Neistan. Dysturin verður spældur í høllini á Skála, og tað hevur týdning fyri bæði liðini at vinna, ætla tey sær ikki at liggja aftast.
Tvey av oddaliðunum spæla
Hjá kvinnunum eru bæði oddur og botnur veruligar krúttunnur eftir sigurin hjá Kyndli á Neistanum mikukvøldið. Kyndil, Neistin og StÍF liggja øll jøvn við átta stigum í oddinum, og í botninum liggja GÍ, Sjtørnan og VB øll jøvn við tveimum stigum.
Kyndil skal sunnudagin til Klaksvíkar at spæla móti Stjørnuni. Bæði Neistin og StÍF vunnu teprar sigrar á Stjørnuni í Klaksvík, og nú sleppur Kyndil so at royna seg.
Neistin fer til Suðuroyar at spæla sunnudagin. VB tekur ímóti, og enn hevur tað bert eydnast VB at vinna einaferð, og tað var á heimavølli.
Triðji dysturin í hesum umfarinum verður ikki fyrrenn mikukvøldið, tá StÍF og GÍ fara at spæla i høllini á Skála.